Søga

 

Á vári í 1985 vildu nakrir havnardreingir rógva kapp. Teir keyptu eitt áttamannafar og kallaðu tað Knørr, tí tað var eitt vakurt navn.

Bert ein hevði róð fyrr, men teir vóru ágrýtnir og fingu skopuningin og skilamannin, Hans Joensen, Hvíta Hans, at leggja lag á. Tá ið árið var úti, vóru teir føroyameistarar.

Soleiðis byrjar søgan um Róðrarfelagið Knørr.

Gamli bátur hýkur nú á Tjóðsavninum, men eftir hann er so mangt. Spennandi løtur og góðar stundir á mangan hátt.

Og har er felagið, har børn, ung og tilkomin enn gleðast við bát og sjógv.

Róðrarfelagið Knørrur er vælvera á føroyskum

Orka gjøgnum venjing
Gleði gjøgnum manning
Nærvera gjøgnum náttúru

Róðrarfelagið Knørrur , RK, Álaker

Neystini og Tollbúðin

Róðrarfelagið Knørrur heldur til í Álakeri, í gamla neysti á Skálatrøð og í Tollbúðini á Eystaru bryggju.

Í Álakeri og gamla neysti eru bátarnir. Har eru vit á vár og sumri. Í Tollbúðini eru maskinurnar og vektirnar. Har eru vit á heysti og vetri.